Útkoyring

Vit fylgja tænastum okkara til dyrnar og koyra blómur um alt landið. Avgreiðslutíðin í Tórshavn er vanliga 1 yrkadagur, kring landið upp til 2 yrkadagar. Legg til merkis, at vøra ikki verður koyrd út sunnudag.

Tað er av alstórum týdningi, at tit í keypskurvini velja veitingarhátt. Tríggir valmøguleikar eru:

  1. Útkoyring í Tórshavn
    Er tvær ferðir um dagin (uml. kl 13 og kl 17), tó so at blómur til jarðarferð verða altíð koyrdar til ta tíð, ið jarðarferðin er.
     
  2. Útkoyring um landið
    Koyrt verður út um alt landið.
     
  3. Avheintan
    Er vøran ikki á goymslu, fáa tygum boð gjøgnum telefon ella teldupost.